Frítt at selja føroyskar landbúnaðarvørur í Føroyum

Nú valið nærkast hava vit í Fólkaflokkinum sett út í kortið hvørja kós vit vilja halda á landbúnaðarøkinum.

Nú valið nærkast hava vit í Fólkaflokkinum sett út í kortið hvørja kós vit vilja halda á landbúnaðarøkinum.

 

Nógvur ampi hevur staðist í búnaðarvinnuni, av teimum køvandi krøvunum ið verða áløgd landbúnaðinum, tá tað kemur til innlendis sølu av búnaðarvørum.

 

Føroyskar búnaðarvørur eru í flestu førum framleiddar úr framúr rávøru, sum ikki hevur sín líka nakrastaðni í heiminum, tilvirkaðar á siðbundnan hátt, ið stavar frá aldargamlari tíð. Tað er tí ikki bara vøran sjálv ið brúkarin keypir, tá hann keypir føroyskt framleiddar búnaðarvørur; ein søga fylgir hvørjari vøru. 

 

Tí er tað so ótrúliga spell at man kriminaliserar føroyskar framleiðarar, sum framleiða á fult tryggan hátt alt tað, sum man hevur gjørt ættarlið eftir ættarlið.

 

Hetta vilja vit í Fólkaflokkinum broyta.

 

Fólkaflokkurin vil at allar landbúnaðarvørur, kjøt, grønmeti og víðari virkaðar vørur, ótarnaðar kunna seljast beinleiðis til brúkaran, gjøgnum handlar og á matstovum. 

 

Brúkarin skal verða tann sum avgerð, hvat hann vil keypa. Tað skal ikki verða Heilsufrøðiliga sum avgerð, hvat brúkarin sleppur at keypa av føroyskt framleiddari búnaðarvøru. 

 

Fólkaflokkurin vil eisini, at stráfóðurstuðulin sum veittur verður fyri at eggja bøndrum til at framleiða egið stráfóður, heldur áfram. 

 

Stráfóðurstuðulin er grundarlag undir mjólkaframleiðsluni í dag, og Fólkaflokkurin vil at gagnnýtslan av slátturbønum verður betri enn í dag, har nógvur bøur liggur ósligin á hvørjum ári. 

 

Gagnnýtsla av tilfeingi føroyinga liggur Fólkaflokkinum fremst í huga og tí vilja vit tryggja, at alt tilfeingi ið er knýtt at landbúnaðinum í Føroyum verður gagnnýtt.

 

Vit skulu skapa grundarlagið undir víðarivirking av ull, skinnum, innvøli o.ø, eins og vit síggja í grannalondum okkara. 

 

Vinnuligur landbúnaður er fyritreytin fyri at landbúnaðurin mennist, og tí mugu vit skapa fyritreytir fyri at fólkið í landinum velur at útbúgva seg innan hetta øki. Ein vinna sum ikki mennist, stagnerar sum tíðin frálíður. 

 

Eg vil arbeiða hart fyri at fáa hesi mál gjøgnumførd, og verða røddin hjá vinnuliga landbúnaðinum í Føroyum, um eg fái møguleikan eftir valið. 

 

Brandur Sandoy 

Valevni Fólkafloksins