Frits í Mentanarhúsinum

Í gjár lat upp málningaframsýning eftir Frits Johannesen í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, hagar ein heilur hópur av fólki hevði leitað sær at hyggja at, og fáa eitt gott prát við meistarin.

Tað reyk av kaffi, so eg stillaði meg í eina kø, sum eg helt var til kaffi og tað, ið har tilhoyrdi. Men tað vísti seg, at hetta var kø til at keypa av listini. Eini 10 minuttir eftir at framsýningin lat upp, var at kalla alt selt.

Góðir vakrir og fjálgir málningar, sum øll vilja eiga. Man blívur so glaður av myndunum hjá Frits, tók ein dama til, ættað úr Svínoy. Fólk vóru komin úr øllum heraðshornum at vera við til hesa serstøku framsýning, í Mentanarhúsinum í Fuglafirði við heili 47 verkum.

Rønn Eliasen, mentanarleiðari í Fuglafjarðar kommunu helt røðu og hugleiddi um Frits og hansara fjálga lyndi, so kærleiksfullur og fyrikomandi og trýr bert gott um øll síni meðmenniskju.

Hon nevndi hansara “Penskabørn”, sum Frits stundum nevndi málningar sínar, og tann týdning, tey hava fyri Frits og øll hini í njóta gleði av teimum.

##med2##

Eivør Pálsdóttir

Eyðun á Lakjuni og dótturin, Maria spældu eitt stykki av Bach og síðani hugleiddi Eivør Pálsdóttir um Frits, sum eisini hevði at lunnar undir hennara sanglív. Um tá ið hon bert 12 ára gomul hevði sungið solo við Gentukórinum, Quem Pastore Lade Vere.

##ms##

Eivør fegnaðist um, at Frits var so glaður og góður við øll – hann forgudaði konu sína, Alexandru, sum hann altíð umtalaði so vinarliga og kærleiksfult. Hjá Frits heldur lívið ikki uppat. Frits hugleiðir stundum um tey fólk, hann fer at sita til háborðs saman við, har kend fólk fara at skoynkja honum kaffi. Jú, hugflognum væntar einki, segði Eivør millum annað.

##med3##

Eivør tók í at syngja brot úr solo síni á sinni: Quem Pastore Lade Vere, og egnakrókarnir hjá Frits vættust.

Olivier Messiean

Síðani tók Frits orðið og hugleiddi um teir tríggjar stóru málningarnar, ið eftir vóru frá eini framsýning, hann hevði gjørt til tónleikaverk eftir Olivier Messiean – Hetta var ein framsýning har kvartett spældi løg til hvørji av teimum 8 málningunum, Frits hevði gjørt í 2009 - Hósdagin 22. januar í 2009 lat framsýningin upp í Mentanarhúsinum

##med4##

“Kvartett til tíðarinnar enda”, kallar Olivier Messiean tónleikastykkið, tá ið hann sat í fangalegu í Stalag 8, Gørlitz – í Schlesien í Pólandi í tvei ár frá 1940 – 1942.

Verkið varð fyrstu ferð framført í fangaleguni 15. februar 1941 og tekur støði í Openberingini 10. Kap. ørindi 1-7. Tað vakrasta í Bíblini, segði Olivier Messiean.

Ein fjálg framsýning við hópin av glaðum málningum, sum allir hava sína søgu.

Framsýningin hongur uppi allan februarmánað.

##med5##

Brot um Olivier Messiaen

varð  borin í heim 10. des. 1908 í Avignon, deyður 27. apríl 1992 í Clichy. Hann var franskmaður, tónasmiður, organistur og tónleikalærari. Undir Fyrra veraldarbardaga gjørdi faðirin hertænastu, og flutti mamman við familjuni til bróðir sín í Grenoble í teimum fronsku alpunum. Her  gjørdist hann  hugtikin av natúrini, sum vakti hansara ans fyri t. d. fuglasangi, sum kom at merkja  tónsetingar hansara t. d. í Kvartettini til tíðarinnar enda. Paul Dukas (1865 – 1935 fr. komponistur) segði við Olivier Messiean: “Lurta eftir fuglunum!”

Messiaen fór at spæla sum 7 ára gamal. Ellivu ára gamal í 1919 fór hann á tónleikaháskúlan Rue de Madrid í París og gekk her í 11 ár til 1930. Vendi aftur higar sum lærari 1941. Hann var hugtikin av Claude Debussy og Christoph Willibald Gluck. Hann varð settur urguleikari 1931 í Trinité - kirkjuni í París og var organistur í 33 ár í hesi kirkju.

##med6##

Messiean gjørdi hertænastu undir seinna heimsbardaga, varð tikin fangi 1940 og sat í eini fangalegu Stalag  8 í Görlitz í Schlesien í Pólandi í 2 ár. Her gjørdi hann hetta navnfræma tónleikastykkið: Kvartett til tíðarinnar enda, sum er í 8 pørtum. Tónleikastykkið er fyri 4 ljóðføri - klaver, cello, bratch og klarinett. Tað var frumframført  15. 1. 1941 í fangaleguni, har hann sat fangi. Íblásturin til tónleikin fekk hann úr 10 kap. úr Opinberingini ørindi 1 – 7, um eingilin, ið kemur niður til jarðar og sigur, at nú er eingin tíð meir. 

Tíðin hugtók Messiaen, sum hann tulkar  t. d. í ymsum rytmum frá grikskum ørindasniði til rytmuna í indiskum tónleiki. Kvartettin varð smiðað undir trongum korum í fangaleguni. Hungurstungin við einum vánaligum klaveri og trimum øðrum tónleikarum við skirvisligum ljóðførum, frumførdi hann hetta stykki undir myrkastu døgum í europeiskari søgu.

##med7##

Niðanfyri verður røðan hjá Rønn Eliasen, mentanarleiðari, endurgivin

Røða til Fernisering hjá Frits Jóhannesen í Mentanarhúsinum

Hjartaliga vælkomin øll somul til fernisering hjá Frits!

Nú ein morgunin eg siti á fundi, ringir telefonin, tað er Frits! Eg má taka hana. Røddin er rík og fevnandi og hann býður mær niðan í atelierið. Tað er nakað hann vil vísa mær. Vit avtala, at vit hittast dagin eftir og í mínum stilla sinni fegnist eg, eg veit, at her verður ein løta, sum eg vil minnast aftur á. Ein løta, sum ikki skal festast á papír ella journaliserast, men ein løta, við frælsi at sansa, nema, anda og liva. 

Tá eg steðgi uttanfyri húsini, steðgi eg á eina løtu og hyggi meg um. Tá tú vitjar Frits, verður tú varliga leiddur í annan heim. Uttanfyri á stoypta garðinum taka ljómandi listaverk ímóti tær. Hvør steinur á leiðini niðan í atelierið hevur fingið litir og skap. Kanska hittir tú ein marmennil, eina snósølju, ella hvør veit um tú fangar bráðið á eini krokudillu.

##med8##

Soleiðis var eisini hendan morgunin eg vitjaði. Tað tekur eina løtu, eina flyting og tú skalt hava andadrátt og puls í náttúrligu rútmu, áðrenn tú opnar dyrnar. Komin innum fyrstu dyr hoyri eg kórtónleik. Hetta er ein gomul upptøka, ungar reinar klárar røddir, eg standi still, kenni verkið aftur, framført í Halgrímskirkjuni í 1986 av Fuglafjarðar gentukóri. Flytingin er framd. Eg kann opna dyrnar og fara innar.

Og har, mitt í rúminum situr tú. Sum eitt hálvt hjól, ið tryggjar hugró. Runt um teg standa tíni penslabørn í kyrru upp móti vegginum, og líta á. Her andar av skapanarevnum og tilviti, og sum vitjandi verður tú flættaður inn. Tikin í hondina og leiddur við.

##med9##

Tað verði eg eisini hendan morgunin. Og sum altíð ert tú væl fyrireikaður, nýbryggja kaffi stendur klárt, heimabaka køka frá Alexandru, enntá eitt øskubikar hevur tú minst til.  Á hyllunum standa notisbøkurnar lið um lið, við tankum, skitsum, og ætlanum. Á vegginum, ein meldur av røðum, greinum, og myndum. Her er lætt at gloyma tíð og stað. Lætt at ferðast frá einum evni til annað. Lætt at lata seg hugtaka og hugfanga.

Somuleiðs er við tíni list. Tú málar tað í hugfangar teg. Tað, ið rørist rundan um teg. Og tað, ið nemur teg. Tað, sum ikki er, og tí kortini er. Tómrúmini. Teir hálvu skjøldrarnar og hálvu hjólini.

Tíni listaverk, eru tíni penslabørn, ið siga frá. Um tað, ið hevur týdning í tí stóra og í tí smáa. Gerandisdagin, bygdirnar, næmingarnir og ikki minst tónleikin.

Tín alskur til lívið, sæst aftur í tínum verkum. Hetta at vera menniskja í samlag við onnur menniskju finst í hvørjum penslastrokið, og lagnur og hugløg verða knýtt í.

Ungi næmingurin ið hugsavnar seg, sigur søguna um læraran ið eygleiðir. Sambandið teirra millum, er sum ein sáttmáli har váttað verður fyri at vit hava tørv hvør á øðrum. At vit eru knýtt hvør at øðrum og at tað er í hesum sambandinum at vit verða menniskju.

Sama samlag finna vit í hálvu skjøldrunum og hálva hjólinum. At ”Tað sum ikki er, tað er kortini.” 

##med10##

Vit hava ikki tørv á at síggja tí samlaðu myndina, fyri at fata. Ein hálvur skjøldur er tað vit síggja, og vit fata restina. Hinvegin eru vit ofta bundin at tí, ið vit ikki seta orð á. Ikki taka fram. Tað kann vera ein hørð lagna, ein trupul støða, ið vit eru tigandi um. Allíkavæl formar ”tað, sum ikki er” okkum.

Við tíni list minnir tú okkum á hesi sambond, sum eru so týðandi lutur í tí at verða menniskja. At vit hava eyga hvør fyri øðrum, og at vit við nærlagni, síggja virðini rundan um okkum.

Os so er tað allur tín lutur sum menniskja, sum lyftir okkum upp og inn í tíni verk har vit fáa møguleika at fata tað, ið hugtekur teg. Tín tilgongd til lívið er altíð í tátíð. Tú hevur ikki stundir at lata løturnar fara. Søgurnar skulu sigast. Málast við strokum, eini symfoni av litum og vit uppliva alt, tú hevur kært í tínum verkum. Snósøljugentur í Mannsgjógv uppi í Blábjørgum. Konsert heimi í Oyruni við strúkarum og eini krokodillu ella eina konsert við Manskórinum uppi undir Jatnagørðum, har steingrýtuta landslagið hugtekur teg.

Listin er ein so týðandi lutur av lívinum, at knýta saman, vekja minnir, rætta inn, ella víðka okkara sjónaring, burtur frá fávitsku, burtur frá tí ið ikki er, men kortini er. Listin minnir á og vísir á nýggjar leðir, knýtur bond, savnar og hugvekjur.

Við hesi listasýning minnir tú okkum enn einferð á sambondini, sum eru so týðandi, í gerandisdegnum, millum teg og meg og okkum øll, á Jatnagørðum, á smáum bygdagøtum hugaheima og millum okkum menniskju.

Av hjarta takk fyri enn einaferð, at sýna fyri okkum tíni verk, tíni penslabørn og minna okkum á.

Takk fyri!