Fíggjadagin 4. november kl 16 letur Frits Johannesen úr Fuglafirði upp málningaframsýning í Leikalund í Klaksvík. Hetta er triðja sýningin, ið Frits hevur í ár. Hann hevði eina sýning í gallerí Tøting í vár við vatnlitsmyndum, málningaframsýning í Gallerí Arleth á Falster frá februar til apríl umframt eina framsýning av málningum og vatnlitsmyndum í kirkjuni í Bagsværd í summar. Ætlanin var at hava eina framsýning í Gallarí Oyggin á Tvøroyri, men hendan varð avlýst orsakað av verkfallinum.
Hugans heimur
Myndaevnini hjá Fritsi røkka frá natúrlýsingum, hugtøkum í tónleiki, næmingum til Manhattan í Mansgjógv í Fuglafirði. Frits er uppvaksin í Fuglafirði, har hann hevur verið lærari síðani 1967. Kórsangur og tónleikur hevur í mong ár verið hansara eitt og alt. Og tað er úr hesi hugaverð nógvar av myndunum hjá Fritsi eru sprotnar.
Snjósóljugentan uppi á Manni í Blábjørgum er eitt skaldahugtak. Har vekir hon yvir Fuglafirði og Norðoyggjum, meðan hon við síni dýrabaru cello spælir síni løg fyri snjósóljuni, sum veksur uppi í hesi gjógv og fyri Manninum, sum so erpin stendur í síni mannfólkaverð og er ringur at tevsa.
Myndirnar hjá Fritsi eru eisini merktar av poppsangarum og klassiskum tónleikarum. Sjómaðurin er eisini við, og úr hesum jørildi eru føroyingar komnir.
Framsýningin í Leikalund verður at síggja fram til 30. november.









