Frits Johannesen í Víngarðinum Havn

Framsýningin, Tað, sum rørir hjartað við verkum eftir Frits Johannesen letur upp í Víngarðinum, Tróndagøtu 31 leygardagin 14.august klokkan 15-17.

Listamaðurin hevði herfyri eina megnar framsýning í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Tað var ein sjáldsama orkumikil og eldhugað framsýning við myndum, ið á ymsan hátt eru eyðkendar fyri Frits Johannesen við íblástri úr europeiskari modernismu. Myndarúmið er ofta merkt av umskaringum og dekorativum mynstrum og er annars flatt sum í kubistiskum og modernistiskum málningum. Á framsýningini í Víngarðinum eru tveir málningar við - restin er akvarelmyndir. Men eisini í litsterku vatnlitsmyndunum kenna vit fleiri myndevni og myndaliðir aftur, sum eru eyðkend fyri Frits Johannesen – her eru húsaskjøldrar, hjólskap og ljóðføri og hetta við teimum mongu umskaringunum, sum hevur við sær, at skap bara síggjast partvíst í hálvum líki, er framvegis grundleggjandi. Fleiri av vatnlitsmyndunum eru lutfalsliga smáar í vavi og hetta klæðir fabulerandi myndunum, sum á henda hátt gerast enn meira konsentreraðar og skærar. Nú sum áður málar Frits Johannesen tað, sum rørir hjartað og flytir sinnið antin tað eru hugkvæmar myndir av sól ella mána, ella tað eru húsaskjøldrar og annað, hann hevur sæð og sær. Umframt at mála og tekna, er Frits Johannesen listmiðlari og dugir sera væl at greiða frá sínum egna verki. Hann greiðir frá, at vatnlitsmyndirnar hava havt serligan týdning fyri hann. Um hesar skrivar hann m.a. soleiðis: ”Havi alt mítt liv gjørt vatnlitsmyndir. Faðir var sjómaður og sigldi víða um. Hann var mangan í Grimsby og í Arberdeen og seldi fisk aloftast við trolara. Ofta keypti hann mær litstiftir og farviladu, sum vóru góðir lunnar at fáa inn um dyrnar á Bakkanum í Fuglafirði, og brúkti eg hesar litir í skúlanum, tá ið vit høvdu tekning. Pápi plagdi at seta seg við síðuna av mær, og sjálvur gera onkra vatnlitsmynd. Havi eina hangandi framman fyri mær, har eg dag og dagiliga siti við telduna sum hann gjørdi í 1955. Hetta er ein slupp, hann hevur teknað við seglum og hevur skrivað “ Star of Hope” úr Fuglafirði, sum var ein slupp, sum hoyrdi til bygdina. Her er sin slupp við fullum seglum, sum hevur leitt meg gjøgnum alt lívið um dalar og skørð, hálvar skjøldrar, inn til grannan, ymisk andlitsbrøgd, hugamyndir við mannakroppinum, tónleikarum saman við krokudilluni o.s.fr”. Hjartaliga vælkomin til vernissage í Víngarðinum leygardagin 14.august klokkan 15-17.