Frits á Dunga 90

Hetta skal vera ein lítil heilsan til Frits Joensen ( á Dunga) í Sandavági, sum 10. oktobur fylti níti.

Tá tú sært Frits, gitir tú ikki, at hann kann vera 90, men sambært kirkjubókina slepst ikki uttan um tað. Hann koyrir bil enn og er av og á í Havnini og vitjar vinkonuna. Ongantíð lat hann seg smíða í Hymens leinkjur, ikki tí at hann ikki hevði kvinnutekki, men hann valdi so tað, kanska tí at umstøður og stundir ikki vóru til tess.

Sum so mangur annar unglingi tá í tíðini, byrjaði Frits við vaðbeini, og var tað við strandingunum umborð á Knørri. Síðan sigldi hann við øðrum skipum eitt langt áramál, m.ø. Vesturvarða undir krígnum, flekjari vi týskum trolara o.s.fr.v.

Mong ár var hann eisini við beiggjanum, tí kenda skiparanum Dunga-Jákupi, sum førdi skip í ein mansaldur. Frits var eisini av dúgligastu útrórarmonnum, bæði frá skipi í Grønlandi og á heimaleiðum. Eitt tíðarskeið koyrdi hann lastbil, sum hann sjálvur átti, og var hann millum teir fyrstu, sum átti privatan persónbil. Tá nógva saltfiskaarbeiði á landi fór fram, helst hevur tað veri í hálvtrýssunum, var hann arbeiðsformaður hjá Eivind Rasmussen.

Mest síggi eg Frits fyri mær við flekiborið á trolara, rokárini í Grønlandi, hann var hendinga kvikur vi flekinívinum, so tað var tætt við, at tveir fiskar vóru í luftini ísenn á veg niður í vaskipavnin.

Ikki at gloyma hevur Frits eisini fingist við seyð og var røktingarmaður eitt langt áramál.

Ikki var ætlanin, at hetta skuldi vera ein lívssøga, tí tað hevði verið alt ov drúgt, men óiva hevði hon verið ivaleysa so áhugaverd, sum mangar aðrar, hóast Frits, av einari ella aðrari orsøk, ongantíð gjørdist skipari.

So eg ynski tær alla eydnu á føðingardegnum, Frits, og framhaldandi góð ellisár. Takk fyri løturnar.





Skipsfelagi.