Frítíðarskúli útbygdur og dagførdur fyri 13 miljónir 

- Hetta hevur verið ein neyðug og tiltrongd íløga, og nú eru umstøðurnar í frítíðarskúlanum framúr, sigur borgarstjórin.

 

Ein av stóru íløgunum hjá Nes kommunu seinastu árini hevur verið útbyggingin og dagføringin av frítíðarskúlanum, og hetta er ein íløga sum tilsamans er á einar 13 miljónir krónur.

Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu, fegnast um, at komið nú er undir land við hesum arbeiði, og at arbeiðið verður endaliga liðugt um ársskiftið. 

 

- Her er eitt stórt arbeiði gjørt, sum hevur tikið umleið hálvt triðja ár tilsamans, og tað er byggifyritøkan KBH, sum hevur staðið fyri høvuðsarbeiðnum, sigur hann.

Borgarstjórin sigur, at hetta hevur verið ein neyðug og tiltrongd íløga, tí umstøðurnar vóru vorðnar alt ov trongar í frítíðarskúlanum. 

- Nú eru umstøðurnar framúr, leggur hann aftrat.

 

Barnagarðurin í Nes kommunu byrjaði í sínari tíð í gamla B68-húsinum, og fyri nú nøkrum árum síðan varð ein spildurnýggjur barnagarður bygdur oman úr gamla B68-húsinum.

Stóri fólkavøksturin í Nes kommunu seinastu árini hevur givið barnagarðinum avbjóðingar, og her er tað serliga vøggustovan, sum er trýst.

- Nú frítíðarskúlin bæði er útbygdur og dagførdur, er ein stova eisini tøk í skúlanum, og hon kann gerast hent, nú barnatalið í kommununi er so stórt og veksandi.

 

Fyri nøkrum árum síðan fekk Nes kommuna nýggjan og snotuligan skúla við stórari fimleikarhøll, men neyðugt hevur verið seinnu árini leypandi at dagføra eldru partarnar av skúlanum, eins og dagføringar eisini eru gjørdar í svimjihøllini, sum er knýtt at skúlanum.

 

- Í ár verður ein partur av skúlanum klæddur, og vit fara eisini í komandi ári at gera ymiskar dagføringar, bæði úti og inni, og her verður eitt nú hond tikin um útiøki ella spæliplássið, sigur Súni í Hjøllum, borgarstjóri.