Frítíðarskúlarnir í Havn, eru teir, sum haca fægst tímar til pedagogar eftir næmingatalinum.
Tað staðfestir Pedagogfelagið.
Felagið sigur, at hetta er støðan, nú Tórshavnar Býráð er samt um at skerja játtanina til frítíðarskúlarnar næsta ár.
Pedagogfelagið vísir á, nú Tórshavnar Býráð hevur samtykt fíggjarlógina fyri næsta ár, varð játtanin til lønir til námsfrøðingar í frítíðarskúlarnar skerd 750.000 krónur.
- Gamaní vórðu 350.000 eisini játtaðar til frítíðarskúlarnar afturat, so teir kunnu hava opið, tá ongin vanlig skúlagongd er.
- Men skerda játtanin til lønir til pedagogar merkir kortini, at talið á starvssetanin fellur frá 2,63, niður á 2,4 pedagogtímar fyri hvørt barn í frítíðarskúlunum um vikuna.
- Hetta er lægsta starvsseting í øllum landinum. Áðrenn skerjingina lá Tórshavnar Kommuna á næstaftasta plássi beint framman fyri Tvøroyri.
Leiðararnir í frítíðarskúlunum halda, at avgerðina fer at fáa so stórar avleiðingar fyri námsfrøðiliga arbeiðið á frítíðarskúlunum, at teir hava sent øllum býráðspolitikarunum bræv, har heitt verður á teir um at broyta avgerðina, tí statvssetanin, sum var, er avgjørda minstamark, halda teir.
- Í brævinum nevna leiðararnir eina røð av negativum avleiðingum, ið sparingingin, sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum.
Til dømis óttast teir fyri, at námsfrøðingar fara at rýma, so bert ófaklærd fólk fara at manna frítíðarskúlarnar, børn við serligum tørvi fara ikki at verða sædd og tískil heldur ikki hjálpt, og ongin tíð verður til foreldrasamstarv og samstarv við skúlarnar.
Eisini Maud Wang Hansen heldur, at skerjingin er sera álvarsliga.
Hon vísir á, at frammanundan var starvssetanin ógvuliga lág, 2,63, og tað er væl niðanfyri minstamark, sum fakfólk siga, eru tríggir pedagogtímar fyri hvørt barn um vikuna
Maud Wang Hansen sigur, at tað eru bara Tórshavnar Kommuna, Tvøroyrar Kommuna og Klaksvíkar Kommuna, ið liggja undir minstamarkið upp á tríggjar pedagogtímar fyri hvørt barnið um vikuna.
Best er støðan í Sjóvar Kommuna, har starvssetanin er 4,6 pedagogtímar fyri hvørt barnið um vikuna.
við at TRÝSTA HER ber til at lesa hvussu Pedagogfelag metir málið í síni heild.
Les eisini: Frítíðarskúlin í Havn er ikki skerdur
|