Mikukvøldið hin 11. desember klokkan 20 verður jólakonsert í Vestmanna kirkju við Vestmanna Sangkóri. Á skránni verða - umframt nakrar traditionellir føroyskir jólasangir - eisini ein russiskur, Bogoróditse Djévo, og nakrir enskir, eitt nú Ding Dong, Merrily on High og Joy to the World.
- Vestmanna Sangkór, sum hevur 33 ár á baki, hevur havt skiftandi leiðarar. Tó man Kári Bæk, sum stjórnaði kórinum í nærum 20 ár, vera tann, sum serliga hevur myndað kórið.
Heimasíðan hjá Vestmanna kommunu veit at siga, at í ár hevur eydnast teimum at finna ein ungan og sera dugnaligan kórleiðara, nevniliga Benjamin Gaasedal, og man hetta fara at seta ein frískan dám á framførsluna, sum verður í Vestmanna kirkju mikukvøldið.