Frihedsbrevet hevur stórt hall

Nýggi danski miðlin á Føroyum, Frihedsbrevet, hevur sambært stjóranum so stórar avbjóðingar fyri framman, at týðandi óvissa er tengd at framtíð felagsins í Føroyum

Um siðbundnu fjølmiðlarnir í Føroyum hava tað strævið, so gongur valla frægari hjá nýggja danska miðlinum í Føroyum, Frihedsbrevet, sum nú hevur havt sítt fyrsta fulla roknskaparár.

 

Tað skrivar felagið í ársroknskapinum, sum er kunngjørdur á vinnuvitan.biz í dag.

 

– Roknskapur felagsins fyri 2022/23 vísir eitt undirskot upp á 1,45 milliónir krónur, og fíggjarstøðan 30. september vísir eina negativa eginogn upp á 1,4 milliónir krónur, skrivar felagið í ársfrágreiðingini.

 

Felagið skrivar víðari, at fyrsta rokskaparárið er lutvíst merkt av uppstartsútreiðslum og vanligum raktsrarútreiðslum, áðrenn felagið byrjaði at selja tænastur sínar og lutvíst av, at inntøkurnar eru komnar meira líðandi enn rakstrarútreiðslurnar.

 

– Inniverandi roknskaparár er fyrsta ár við fullum rakstri. Felagið hevur sæð framgongd í søluni frá byrjan, og um tann gongdin heldur fram, roknar leiðslan við munandi betri raktstri fyri inniverandi ár, skrivar felagið.

 

– Umframt at arbeiða við at skaffa fleiri inntøkur, arbeiðir leiðslan framhaldandi við at laga útreiðslurnar til og at tryggja felagnum neyðugt gjaldføri, skrivar felagið.

 

Starvsfólkakostnaður fyri tey, sum starvast fyri Frihedsbrevet í Føroyum er 1,85 milliónir krónur. Og felagið hevur brúkt 30.000 krónur at innrætta leigað høli í Havn.

 

Frihedsbrevet hevur eisini fingið eina átekning í roknskapinum um óvissu um framhaldandi rakstur.

 

So at siga øll skuldin hjá føroyska felagnum Frihedsbrevet er til danska móðurfelagið. Og danska móðirfelagið hevur givið føroyska Frihedsbrevet váttan um, at skuldin bara skal rindast, um ráð eru til tess.

 

– Við hesum í huga hevur leiðslan valt at gera roknskapin við framhaldandi rakstri fyri eyga. Leiðslan ásannar tó, at felagið hevur stórar avbjóðingar fyri framman, og at tað tí er týðandi óvissa tengd at framtíð felagsins.

 

Stjóri í føroysku deildini hjá danska Frihedsbrevet er Mads Johan Brygger Cortzen, sum eisini er stjóri í Frihedsbrevet.dk í Danmark.