Nei til ES, men JA til fríhandil
Fleiri røddir hava verið frammi um, at Føroyar eiga at gerast limir í ES, og eitt nú hava núsitandi fólkatingslimir tala fyri hesum. At knýta Føroyar upp í ES er als ikki ein gongd leið at fara, og taka vit í Fólkaflokkinum als ikki undir við hesum leisti.
Soleiðis sum ríkisrættarliga støðan er í dag, so hevði Føroyar enda í bureaukratiska meldrinum í ES við ongum sjálvsavgerðarrætti, og vit høvdu í besta føri fingið eina støðu sum ein vanlig staðbundin nevnd í Føroyum við ongum valdi. Tí er tað púra óskijandi, at okkara núverandi fólkatingslimir ikki ynskja Føroyum betri sømdir enn hetta.
ES hevur als ikki víst seg sum eitt samveldi, ið virðir smátjóðir og teirra rættindi. Hetta sóu vit týðuliga undir makrelstriðnum, har ES harðrent boykottaði Føroyar. At Danmark stongdi havnir fyri føroyskum fiskiskipum vísir bara, hvar loyliteturin liggur. Teir raðfesta ES fram um Føroyar.
Vit nýtast ikki at ræðast ES. Vit hava prógvað okkara virði yvir fyri ES. Við okkara sterka fólkafloks landsstýrismanni, sum stóð sum ein brandur í markrelstríðnum við ES, og saman við dugnaligum embætisfólkum, sum førdi gerðarrættarmálið móti ES, vunnu Føroyar stórsigur. Hesin sigurin bjargaði tí føroyska búskapinum og føroyska samfelagnum undan kreppuni. Tað eigur at virðismetast.
Vit eiga tí ikki at geva okkum inn undir ES við øllum sínum bureaukratisku ráðsavgerðum og direktivum, sum verður ein ómøgulig umsitingarlig byrða hjá okkum. Tað er ikki avgerðir í ES, sum skulu siga okkum, hvussu vit umsita eitt nú landbúnaðin, okkara matvørur, okkara vinnupolitikk o.s.fr Ì Føroyum skulu vit sjálvi taka avgerðir um, hvussu vit við skynsemi og vit atliti at altjóða samstarvi og marknaðaratgongd skipa okkara viðurskifti. Tí er tað umráðandi at vera á varðhaldi yvirfyri hesum ágangi frá ES á øllum økjum, eisini í Fðlkatinginum.
Vit skulu tó ikki múra okkum inni, men í góðum samstarvi virka fyri, at Føryar fáa ein nýggjan fríhandilssáttmála við ES, sum kann beina burtur allar tollforðingar og vinnuligar forðingar yvirhøvur, sum hava týdning fyri tað føroyska samfelagið. Hetta vil eg virka fyri á Fólkatingi og vera ein rødd fyri sitandi stjórn í Føroyum í hesum máli. Við at tosa sama mál úteftir á øllum pallum, standa vit sterkari, og tað er tá, vit røkka tey bestu úrslitini. Tí er diplomati og gott samstarvsstev vegurin fram á uttanríkispolisitiska pallinum.
Annika Olsen
Valevni Fólkafloksins til Fólkatingið