- Í farnu viku royndist fríggjadagurin 5. desember bestur á haruveiði. Hendan dagin vórðu tilsamans 116 harur skotnar á 19 túrum kring landið.
Tað sigur Eyðfinn Magnussen, sum skrásetir haruveiði í Føroyum.
Hann vísir á, at samlaða talið av veiddum harum, sum nú er skrásett, er 3.869, sum eru skotnar á 349 túrum kring landið.
Á facebook-síðuni - Haruskjóting í Føroyum - er neyvari kunning um, hvussu haruvertíðin higartil hevur vignast.