Fríggjadagin verður opið Vinnuhús

Tað eru Føroya Arbeiðsgevarafelag og Havnar Handverksmeistarafelag, sum fara at hava opið hús fyri limum og samstarvsfelagum.

Fríggjadagin 7. november fara Føroya Arbeiðsgevarafelag og Havnar Handverksmeistarafelag at hava opið hús fyri limum og samstarvsfelagum annars.

 

Tiltakið verður í nýggja Vinnuhúsinum á Óðinshædd 7, og lagt verður fyri klokkan 15.

 

Á skránni verður gott føroykst ábit, føroyskur tónleikur og onkrar stuttar røður.

 

- Limir og samstarvsfelagar eru hjartaliga vælkomin, siga feløgini um tiltakið, sum verður henda dagin í nýggja Vinnuhúsinum.