Frigg eydnaðist væl

-Vit eru sera væl nøgd, og í veruleikanum errin av tí fantastiska tónleiki, sum tey fýra norðurlondini hava at bjóða, sigur Barbara Holm, ein av fyriskiparunum av festivalinum.

 

-        - Vit eru sera væl nøgd, og í veruleikanum errin av tí fantastiska tónleiki, sum tey fýra norðurlondini hava at bjóða, sigur Barbara Holm, ein av fyriskiparunum av festivalinum.

 

Frigg festivalurin er um at verða liðugur, og fyrireikararnir eru á einum máli um, at tiltakið aftur í ár hevur eydnast sera væl.

 

-       Tónleikararnir hava víst seg frá síni bestu síðu, og somuleiðis hevur undirtøkan verið framúr, sigur Barbara Holm.

 

- Tað er sjálvandi vónleyst at meta um hvussu ein tónleikafestivalur fer at eydnast, og somuleiðis nær tiltakið er væleydnað og ikki. Í fjør vóru áleið 2-3000 festivalinum, og tá vóru vónirnar kanska settar ov høgar. Enn er ikki vist hvussu nógv fólk hava vitjað Frigg 2015, men greitt er, at undirtøkan í ár er betri enn hon var í fjør.

 

-       Tað er eingin ivi um, at tað er grundarlag fyri einum norðuratlantiskum festivali í Keypmannahavn, og vit vænta og vóna, at Frigg er komið fyri at vera, sigur Barbara Holm.

 

Men hvør var so besta framførslan sambært Barbaru Holm?

 

 

- Eingin ivi um, at eg havi ein serstakan tokka til føroyskan tónleiki. Sakaris, Marius og Frændur hava verið míni hæddarpunkt, sigur Barbara Holm