Frigg bjóðar barnafamiljunum inn

Tað verður nógv gjørt fyri børnini á Frigg. Og serliga verður leygardagurin spennandi hjá teimum yngri gestunun, sum vitja festivalin í tí elligamla hugnaliga kongshavanum í Keypmannhavn

Leygardagin klokkan 13 fara føroysku Kular Røtur við Beinir og Rakul Ró á odda á pallin. Aftaná syngur Jensina í Tutl tjaldinum. Men allan seinnapartin fara Trølla Pætur og Trølla Omman at verða á økinum og skipað verður fyri undirhaldi, sangi, leiki og søgum

 

Og tað er ikki einans úr Føroyum at trøll koma á Frigg Festival. Íslendska Sigrun Fanndal hevur hugtakandi barnateatur saman við smærri børnum. Hon hevur við sær 190 ára gamla Trøllakona Sæla, sum bæði hevur gandastav, stein og ein loyniposa við nógvum søgum og spennandi tingum.

 

Og ivaleyst vilja nógv børn og ung hoyra og síggja Medinu, sum fer á pallin klokkan 16 leygardagin.