Hvar verða jólini hildin í ár?
- Jólini verða hildin heima við hús á Skála saman við konu, børnum, mammu og verforeldrum.
Tað sigur Annfinnur Garðalíð.
Hvat verður á borðinum jólaaftan?
- Á borðinum verður dunna, brún eplir, reyðkál, salat og sós, sjálvandi.
Hevur tú eitt jólaynski?
- Jólaynskini eru ofta mong, men friður er nokk mítt størsta ynski.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- Jólini hava stóran týdning, felagsskapur, góður matur, hugni - og ikki minst, at minnast, hví vit halda jól.
Annfinnur Garðalíð sigur, at børnini og jólapakkarnir fylla nógv jólaaftan.
- Og so er tað ikki minst, at hetta eru nakrir veruligir frídagar - uttan telefon, uppringingar um sáttmálar, løn og ymiskt annað, leggur hann aftrat.