Fríðrún Danielsen hevur í fleiri ár verið millum tær fremstu í føroyskum fótbólti. Hon hevur verið eyðsýnd á liðnum hjá EB/Streymi-Skála, sum vann silvur í ár, og ein part av lønini fekk hon í kvøld, tá hon varð kosin besti miðvallarin í landinum. Hon fekk flestu atkvøðurnar í dysti við Ansy Sevdal og Lív F. Arge.
Hjá monnunum fall valið á Lukasz Cieslewicz úr B36. Lukasz varð í ár fluttur úr álopinum oman á miðvøllin, og her hevur hann havt alstóran týdning fyri FM-liðið hjá B36. Næstir Lukasz í atkvøðugreiðsluni vóru Hallur Hansson úr Víkingi og Fróði Benjaminsen úr HB.