Fríðrikur kongur heldur tvey ára dagin fyri álopið

Fríðrikur kongur fer til friðargudstænastu í Holmens Kirke í Keypmannahavn fyri at halda tvey ára dagin fyri, at kríggið í Ukraina byrjaði.

 

Kongaliga familja var til hátíðargudstænstu í Aarhus Domkirke í sambandi við trónuskifitð. (Arkivfoto). - Foto: Mikkel Berg Pedersen/Ritzau Scanpix

Tað sæst av kalendaranum hjá Kongshúsinum fyri 23. februar.

Kirkjurnar í Danmark halda ársdagin í døgunum kring 24. februar, tá russiskir stríðsvognar fyri tveimum árum síðani rullaðu inn um markið til Ukraina.

Gudstænastan er í samstarvið við Keypmannahavnar Stift, Folkekirkens Mellemkirkelige Råd, Danske Kirkers Råd og Folkekirkens Nødhjælp eins og felagið Bevar Ukraine, skrivar kongshúsið.

Tað sæst á heimasíðuni, at Ribe Domkirka verður karmur um ein líknandi gudstænastu tann 24. februar.

Har verður tó eiki sagt um møguliga kongaliga luttøku.

/ritzau/

 


 

 

Kongaliga familja var til hátíðargudstænstu í Aarhus Domkirke í sambandi við trónuskifitð. (Arkivfoto). - Foto: Mikkel Berg Pedersen/Ritzau Scanpix