Henda myndin er úr Leirvík, har snøggar fríðkingar eru gjørdar, sum veruliga seta dám á hugnaliga umhvørvið, sum her er. Tað er so vist, at umhvørvið her er ein sera vakur blettur í Leirvík.

Fríðkan sum borgarainitiativ í Eysturkommunu

Stuðulin, sum søkjast kann um, fevnir um tilfar og ikki arbeiðsløn, og tað er umhvørvis-og trivnaðarnevndin í kommununi sum tekur avgerð.

Henda myndin er úr Leirvík, har snøggar fríðkingar eru gjørdar, sum veruliga seta dám á hugnaliga umhvørvið, sum her er. Tað er so vist, at umhvørvið her er ein sera vakur blettur í Leirvík.

Aftur í vár gav Eysturkommuna borgarum møguleikan at søkja um stuðul til ymiskar smærri verkætlanir í kommununi.

 

- Upprunaliga eru 100.000 krónur settar av til endamálið, men allur peningurin er ikki latin út. Eftir eru 60.000 krónur av játtanini, og møguleiki er aftur at søkja um stuðul nú.

 

Tað siga tey í Eysturkommunu í dag, og her verður lagt aftrat, at freistin at søkja um stuðul er sett til hin 18. september í ár.

 

Ein reglugerð er galdandi fyri stuðulskonto'ina, sum er til fríðkan.

 

- Vit hava samtykt at geva borgarum í kommununi loyvi at søkja um stuðul til ymiskar smærri verkætlanir í kommununi, sum eru alment gagnligar.

 

Vist verður á nøkur dømi, sum søkjast kann um stuðul til, eitt nú -

 

* Smærri gøtur

 

* Grøn økir

 

* Smærri trivnaðarøkir

 

- Stuðulin hevur til endamáls at skapa trivnað millum grannaløg og at eggja borgarum til at fríðka og hugna um í nærumhvørvinum.

 

Í Eysturkommunu siga tey, at fyri at fáa stuðul, skal verkætlanin í minsta lagi uppfylla fylgjandi treytir:

 

* Vera almenn gagnlig

 

* Hava eina kostnaðarmeting

 

* Hava eina tíðarætlan

 

* Stuðulin fevnir um tilfar, ikki arbeiðsløn

 

Tað er umhvørvis-og trivnaðarnevndin í Eysturkommunu sum tekur avgerð um, hvør fær stuðul.

 

 

 

Henda myndin er úr Leirvík, har snøggar fríðkingar eru gjørdar, sum veruliga seta dám á hugnaliga umhvørvið, sum her er. Tað er so vist, at umhvørvið her er ein sera vakur blettur í Leirvík.