Friðarsamrøður verða í London mikudagin

- Ein ukrainsk sendinevnd skal hitta umboð úr USA, Stórabretlandi og Fraklandi hesa vikuna, sigur Volodymyr Zelenskyj

Mikudagin verða samrøður í London um eina friðarætlan fyri Ukraina.

 

Tað sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, á X, fyvverandi Twitter, í dag.

 

Forsetin váttar, at ein ukrainsk sendinevnd skal hitta umboð úr USA, Stórabretlandi og Fraklandi hesa vikuna.

 

- Ukraina er til reiðar at fara víðari við samrøðunum á mest konstruktiva hátt, skrivar Volodymyr Zelenskyj á X.