Tað hava ikki nógv ungfólk tikið orðið á ungdómstinginum í dag, nú tað verður atkvøtt um uppskotini.
Bert í einstøkum føri hava ungdómarnir tikið orðið, og tað hevur verið ógvuliga lítið kjak í tingsalinum fyrrapartin.
Tað hava so at siga bert verið tey, ið hava lisið nevndarfrágreiðingarnar upp, sum hava sagt nakað, og tað er kanska eitt sindur undarligt, havandi í huga dagin í gjár, tá kjakið gekk dúliga.
Tey ungu hava tó sloppið at atkvøtt um málini, og nøkur teirra eru fallin, meðan onnur eru samtykt.
Eitt nú fall eitt mál, sum hevði til endamáls at seta loyvda aldurin at koyra prutl niður í 15 ár, og har hevði nevndin ráðført seg við stjóran fyri Ferðslutrygd, Brynhild Høgnadóttir.










