Friðarligt í nátt

- Tað er einki at skriva heim um frá náttini, sigur vakthavandi á politistøðini.

- Tað er einki at skriva heim um frá náttini, sigur vakthavandi á politistøðini.

 

- Tað hevur verið øgiliga friðarligt, bara okkurt smáttarí, sigur vakthavandi á politistøðini.

 

Hann sigur, at veðrið hevur verið ógvuliga gott, og tað kann hava havt sína ávirkan.

 

- Tað ger í hvussu er, at fólk eru í betri lag, og tað ger væl sítt til, at tey ikki eru uppi at táttast, heldur hann.

 

Hann heldur, at tað treingir eisini til, tí veðrið hevur ikki verið nakað at reypa av í seinastuni.