Øll tey, sum við Atlantsflog ætlaðu sær til Føroya at halda jól, komu henda vegin, og øll tey, sum við Atlantsflo ætlaðu sær av landinum at halda jól, fóru av landinum.
Í gjár og í dag er eingin flogferðsla. Tá ið tað ikki er orsaka av veðurlíkindunum, eru hetta einastu dagarnir á árinum, at tað ikki verður flogið úr Føroyum og til Føroya tveir dagar á rað.
Síðsta flogfarið við jólagestum lendi í Vágum tollaksmessudag um hálvgum seks tíðina á kvøldi.
2. jóladag fara tvey flogfør úr Vágum. Bæði fara til Keypmannahavnar. Tað fyrra lættir klokkan 8.15 og tað seinna klokkan 14.45. Tvey flogfør ætlast at lenda í Vágum í morgin. Tey koma bæði úr Keypmannahavn. Tað fyrra er sett at lenda klokkan 13.50 og tað seinna klokkan 20.20.
Triðja jóladag fara tvey flogfør til Keypmannahavnar, eitt til Billund og eitt umvegis Bergen og til Stavanger.