Friðarlig nátt við nógvum fólki

Hóast nógv fólk var í býnum í Havn síðstu nátt, hevði løgreglan kortini eina stak friðarliga nátt.

Hóast nógv fólk var í býnum í Havn síðstu nátt, hevði løgreglan kortini eina stak friðarliga nátt.

 

- Jú, tað var nógv fólk í býnum, og nógv fólk vóru full. Vit vóru úti og hjálptu onkrum upp og á føtur, men vit hava einki mál.

 

Tað sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn í morgun.

 

Lagt verður aftrat, at einki harðskapsmál er skrásett, og eingin er tikin fyri at koyra við kenning.

 

- Vit hava havt eina stak friðarliga nátt, har lítið og einki er komið í samdøgurfrágreiðingina - og einki av týdningi, sigur vakthavandi.