Eitt lítið ferðsluóhapp var í Saltangará, men eingin fólkaskaði stóðst av.
Tað hendi um 10-tíðina í gjárkvøldið, tá ein bilur koyrdi út fyri ein annan bil, men sum sagt hendi eingin fólkaskaði.
Um 8-tíðina var eitt par vorðið ósamt um eitthvørt, og vóru farin til hendurs, men tað tók seg eisini friðarliga upp til endans.
Eitt lítið herverk varð gjørt á ein bil, sum fekk eina skøvu, og ein bilførari var tikin fyri rúsdrekkakoyring um tveytíðina i gjár.
Annars visti vakthavandi ikki at siga frá nøkrum í nátt, sum var friðarlig.