Ófriðurin ávirkar Premier League

Ófriðurin í London og øðrum stórum býum í Onglandi hevur sum kunnugt ávirkað fótbóltin. Vinardysturin, sum skuldi vera millum Onglando g Holland á Wembley í gjárkvøldið, varð avlýstur, og fleiri dystir í Carling Cup fingu somu lagnu.

 

Alla vikuna hevur verið gitt um, hvørt ófriðurin eisini fór at ávirka byrjanina til Premier League kappingina, og nú er staðfest, at tað ger hann.

 

BBC Sports veit í dag at siga, at ein dystur longu er avlýstur. Talan er um dystin millum Tottenham og Everton, sum annars skuldi verið spældur á White Hart Lane í London.

 

Tað var júst ein hending í Tottenham býarpartinum í London sum førdi til stóra ófriðin í London og øðrum býum í Onglandi.

 

Ein annars friðarlig mótmælisgonga uttan fyri eina løgreglustøð, har fólk mótmæltu, at ein maður var skotin til deyðis av løgregluni, østis upp av nøkrum ófriðarkroppum, og hesin ófriðurin breiddi seg so sum kunnugt.

 

Fyribils er so bert frætt um dystin á White Hart Lane, ið er útsettur, men tað kann henda, at aðrir dystir í London fáa somu lagnu.