Ófriðurin í Bretlandi kravt trý mannaliv afturat

Tríggir menn doyðu, tá at ein bilur rendi á teir í enska býnum Birmingham í nátt. Sambært álítandi keldum royndu menninir at verja teirra íbúðarøki ímóti ófriði og ránum, tá bilurin rendi á teir. Tveir av monnunum doyðu beinanvegin, og tann triði doyði seinni á einum sjúkrahúsi.

Tíðindastovurnar skriva, at umleið 80 fólk sóu tilburðin, og løgreglan í Birmingham sigur, at hon hevur tikið ein mann í sambandi við hendingina.

Teir tríggir menninir í Birmingham eru ikki teir fyrstu, sum hava latið lív í ófriðinum í Bretlandi teir seinastu dagarnar. Mánadagin varð ein 26 ára gamal maður skotin í London.