Leygarkvøldið var Ársins DJ-show í Badmintonhøllini í Havn, og aftur hesuferð varð klagað um ófrið. Frá politistøðini í Havn frætta vit, at talan var um nakrar fløskur, sum ungdómurin knústi uttanfyri høllina. Og hetta hevði við sær, at grannarnir fingu ikki náttarfrið.
Annars hevur vikuskiftið verið ógvuliga friðarligt, og væl verður latið at á politistøðini í Havn.