Løgreglan í ugandiska høvuðsstaðnum Kampala noyddist at brúka táragass og vatnkanónir fyri at spjaða eina mótmælisgongu í gjár. Ófriðurin tók seg upp, tá viðhaldsfólk hjá teirri politisku andstøðuni savnaðust at mótmæla, at tveir andstøðupolitikarar vórðui handtiknir undir einari mótmælisgongu í síðstu viku. Eygleiðarar í Kampala siga, at løgreglan var sera harðlig ímóti teimum mótmælandi. Andstøðan mótmælir einum uppskoti hjá stjórnini um at geva einari indiskari fyritøku nýtslurættin til meiri enn ein triðing av landsins regnskógi, tí tað fer eisini at hava við sær, at fyritøkan fær ræðið á sukurframleiðsluni, sigur andstøðan.










