Fleiri hundrað palestinar gingu í morgun mótmælisgongu í tí gamla býarapartinum í Jerusalem, har tey mótmæltu ísraelsku avgerðini at byggja 1600 íbúðir afturat í Eystur-Jerusalem.
Ísraelska løgreglan legði uppí og spjaddi mótmælisgonguna. Teir seinastu dagarnar hava fleiri samanbrestir verið millum løgregluna og palestinar, sum eru í øðini um ísraelsku byggiætlanina.
Bæði ST, USA, ES og Russland hava eisini mótmælt ætlanini, men Ísrael tykist ikki hava hug at slaka, skrivar AFP.










