Gleðiboðskapurin og friðarheilsanin hava ljóðað kring kristna partin av heiminum síðani ? og gerst hesin partur alsamt størri og størri.
Jólini, við tí stóra friðarboðskapinum um góðan tokka millum menniskju, eru vorðin kend sum tann stóra, kristna friðarhátíðin.
Men hava vit í Føroyum í veruleikanum jólafrið?
Jú, í Føroyum er friðarligt. Vit hava eitt fólkaræðisligt samfelag, ið ikki er merkt av kríggi.
Men friður er ikki bara friður frá kríggi og klandri. Friður er ró í sál og sinni, og hvør hevur tað, tá 24. desember er vorðin veruleiki, og handlarnir steingja?
Hvør einstakur kann í hesum føri svara fyri seg sjálvan, men staðfestast kann á hesum stað, at jólini í nútíðarinnar handilsliga samfelag eru merkt av strongd.
Krovini frá heystarslaktinum eru ikki meira enn komin at hanga í hjallinum, tá jólaligu handilslýsingarnar floyma yvir okkum. Børnini eru júst farin í skúla aftur eftir heystfrítíðina, og eitt av tí fyrsta, tey takast við, er at klippa jólapynt.
Nú skulu jólagávurnar keypast til børnini, hjúnarfelagan, familju og vinir. Men ein jólagáva í 1999 er ikki bert ein jólagáva.
Jólagávan má hóska til tíðarinnar rák. Er talan um klæði, mást tú minnast til at fylgja við, hvat merki er tað rætta løtuni, og tað sama er galdandi fyri aðrar gávur.
Jólapríslistarnir skulu nærlesast, jólagávurnar skulu keypast, ovurstórar mongdir av mati skulu keypast, og húsini skulu sópast. Samstundis skulu børnini ansast og sjálvsagt skal arbeiðast fyri føði og klæði.
Hetta stríð heldur fram, til øll sita kring døgurðaborðið jólaaftan, og tá kemur møðin.
Tí kunnu vit av røttum seta spurningin, um jólini framvegis verða hildin fyri boðskapins skuld - ella um jólahátíðin er handlanna hátíð...?










