Friður í Arktis

Russiski forsætisráðharrin, Vladimir Putin, mælir londunum í økinum kring Norðpólin til at setast við samráðingarborðið heldur enn at hugsa um egin áhugamál, nú umstøðurnar í økinum broytast.

Á einum fundi í russiska jarðfrøðifelagnum í gjár segði Putin, at Russland hevur rætt til ein part av økinum við pólin, og at landið fylgir reglunum hjá ST og øðrum altjóða samtyktum um viðurskifti á havinum.

Um ein góðan mánað heldur Arktiska Ráðið fund í Moskva, og Putin heldur, at tá skulu londini tosa um verandi ósemjur heldur enn at ræða hvør annan, sum hann tók til.