Nógv tos hevur verið um øktu friðingarnar vestanfyri og norðanfyri í vár, og søgur hava gingið um politiskt trýst, rossahandlar og valagn.
Eisini hevur verið frammi, hví friðingin í øki 2 norðanfyri er broytt í vár, soleiðis at línubátarnir hava fingið betri pláss.
Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri, sigur, at avgjørt varð at broyta friðingarnar norðanfyri av praktiskum orsøkum.
- Tað einasta, sum gjørt er, er, at beina linjan úr Mýlingi, sum var 345 stig, er
broytt ella rættað upp til 360 stig. Línumenn siga, at skjótt er at enda skeivu megin, tá ið linjan ikki er rættvísandi, og tað hava vit so gjørt í seinastu kunngerðini. So, hetta er ein praktisk broyting meira enn nakað annað, sigur Jørgen og vísir á, at broytingin samstundis førdi við sær, at línubátarnir fingu eitt sindur betri pláss at royna norðanfyri.
Sosialurin hevur skilt, at útróðrarmenn, sum royna við snellu, eru ikki serliga fegnir
um hesa broyting.
Søgur hava gingið um, at broytta friðingin ikki hevur verið nóg væl kunngjørd, men hesum afturvísir fiskimálaráðharrin og sigur, at kunngerðin er lýst sum vanligt.
Friðingin vestanfyri
Jørgen Niclasen vísir á, at vit hava tvey høvuðsgýtingarøki fyri tosk. Hesi eru norðanfyri - á Norðhavinum, teir kalla og vestanfyri í Sands-ella Vágahavinum.
- Eftir at hava ráðført okkum við Fiskirannsóknarstovuna, valdu vit at víðka friðingarnar í kassanum vestanfyri, soleiðis at hesar nú røkka longur inn og nakað longur norður. Frammanundan var økið vestanfyri friðað inn á grunnlinjuna, men nú gongur friðaða økið inn um grunnlinjuna, sigur hann.
Jørgen Niclasen vísir á, at fyrr var taðsoleiðis, at lína og trol kundu ikki royna á somu leið, men nú er toganum líka so nógv millum snelluna og línuna, tá ið roynt verður um somu leiðir.









