Fundurin verður á havnarlagnum á Selatrað og byrjar kl. 13. Evnið, sum er til viðgerðar, er ein umsókn frá Sjóvar kommunu um loyvi at gera øki til kampingvognar á havnarlagnum á Selatrað. Tey, ið møta á fundinum, fáa høvi at bera síni sjónarmið fram munnliga ella við skrivliga at lata tey inn.










