Friðing fær katastrofalar avleiðingar

Verður havnarøkið friðað og vit havrið ikki sleppa at byggja frystigoymsluna út, eru bert tver møguleikar. Annar er at frakta fiskiin til aðrar frystigoymslur, ella mugu vit skrúva maskinurnar niður og flyta tær í annan bygning aðrastaðni, sigur stjórin á Varðanum Pelagic, Bogi Jacobsen

Tað er ein vanlukkulig støða, ið Varðin Pelagic er komin í við friðingarætlanunum og støðu Søvnum Landsins.
- Tað var ein avgjørd fyritreyt fyri okkum at byggja á Tvøroyri av fyrstan tíð, og vit kundu byggja virkið út. Tað fingu vit eisini váttan fyri frá kommununi, og byggiloyvið var eisini skrivað út uttan trupulleikar. Tí kann tú siga, at vit eru púra tiknir við buksunum niðri, sigu Bogi Jacobsen, stjóri á Varðin Pelagic.
Ein friðing kann fáa øgiligar avleiðingar fyri virkið og ikki minst fyri Tvøroyri.
- Skulu vit flyta 100.000 tons av fiski runt millum frystigoymslur fer at kosta eina rúgvu av pengum, og tað merkir í fyrstu syftu verri kappingarføri, sigur Bogi Jacobsen.
Júst tað, at Varðin Pelagic er eitt so automatiskt virki ger, at teir eru kappingarførir.
- Vit eru uppi ímóti norskum virkjum, sum ofta eru smá og ikki so automatiserað. Og hesi eru við at finna út av at leggja saman fyri at betra um kappingarførið. Tí er tað so umráðandi hjá okkum, at vit ikki fáa eitt verri kappingarføri en vit hava í løtuni, sigur Bogi Jacobsen.
Hetta kann í síðsta enda føra til, at virkið ikki fær fatur í nóg nógvum fiski.
- Og hetta skal so síggjast í mun til, at vit við einari útbygging kunnu taka móti nógv meira fiski, sigur Bogi Jacobsen.

Rokna upp á tað
Tað sigur seg sjálvt, at skal virkið brúka 10 milliónir krónur upp á at flyta fisk millum virki og frystigoymslu, so er tað nakað, ið fer at merkjast aftur í kappingarførinum.
- Tá eru bert tveir møguleikar, annar er at flyta fiskin til og frá frystigoymslum, og hin er at flyta virkið til eitt annað stað. Og tá verður tað so nakað, ið vit mugu rokna upp á hvøt lønar seg best, sigur Bogi Jacobsen.
Treytin fyri at kappast er at hava tað besta av tí besta, og virkið hevði eisini tryggja sær váttan frá kommununi, at sleppa at byggja virkið út.
- Útbyggingin má fara fram vestur eftir. Virkið er skipað soleiðis, at fiskurin kemur inn í øðrum endanum av bygninginum og fer út aftur í hinum endanum. Tí gevur tað onga meining at byggja út eystureftir, tí tá hava vit eitt virki við einari framleiðslu í miðuni og frystigoymslum ´ði báðum endunum, sigur Bogi Jacobsen.
Hann hevur eisini ilt við at skilja grundgevingarnar hjá Søvnum Landsins.
- Bygningarnir hjá TF Thomsen vórðu friðaðir í 1992, og eg skilji ikki hví at alt ikki tá varð friðað, ið mann ynskti at friða, sigur Bogi Jacobsen.

Útlendingum til gagns
Tá bygt verður á einum havnarlagi, verður bygt soleiðis, sum tað lønar seg best.
- Og tað var eisini tí, vit tryggjaðu okkum, at ein útbygging var møgulig, sigur Bogi Jacobsen.
Ein møgulig friðing fer tí at hava øgiligar avleiðingar fyri ikki bert Varðan Pelagic, men eisini fyri Tvøroyrar kommunu og alt samfelagið í síni heild.
- Tað fer bara at merkja, at útlendingar fáa betri rásarúm í Føroyum. Tí verður friðingin framd, er útgangsstøðið hjá okkum fullkomiliga broytt, sigur Bogi Jacobsen.
Hann vónar tó, at landsstýrismaðurin fer at síggja álvaran í støðuni og fer at taka eina skilagóða avgerð.