Friðing bjargar ikki lundanum

Onkrar ábendingar eru um, at lundastovnurin kanska er á veg upp aftur. Tað hoyrist frá monnum, at tað er væl meiri lundi inni undir landi nú, enn tað hevur verið tey mongu seinastu árini. Men lundastovnurin er ikki væl fyri, sigur Jens-Kjeld Jensen, fuglafrøðingur

Tosið millum manna nú er, at lundastovnurin er á veg at koma fyri seg. Nógv meiri av lunda er at síggja inn móti landi, enn tað hevur verið í mong ár, og hetta hevur fingið eitt nú nólsoyingar at seta gomlu fleygaskipanina í verk aftur.
Har hevur tað gjøgnum tíðirnar verið skipað soleiðis fyri, at oyggin hevur verið býtt upp í tvey við 24 merkrum í hvørjari helvt. Urðin hevur altíð havt 12 fleygasessir, og vertíðin hevur verið býtt út á 32 veiðidagar.
Hetta merkir, at ein mørk eigur 16 fleygadagar í vertíðini. Og tað er hendan skipan, ið nú er tikin upp aftur, eftir at hon hevur ligið still í meiri enn trý ár.
Men Jens-Kjeld Jensen heldur kortini ikki, at stovnurin er væl fyri.
Nei, tað er hann ikki. Eingin pisa er komin undan seinastu sjey árini, og í ár hevur lundin als ikki vorpið. Tað gjøri hann heldur ikki seinasta ár. Tað sigur seg sjálvt, at tá lundin ikki hevur vorpið seinastu sjey árini og út av seinastu 40 árunum hava verið fleiri vánalig heldur enn góð, so sær ikki gott út hjá lundanum, sigur Jens-Kjeld Jensen.
Og siltið tykist vera tað sama um alt landið.
- Ja, tað sær út til at gera tað sama, um tú tekur Sumba, Mykines um Viðareiði til Nólsoyar. Skilið er tað sama allastaðni, sigur Jens-Kjeld Jensen.
Orsøkin til stóru niðurgongdina í lundastovninum finna vit í føðini – ella rættari sagt vantandi føðini.
- Nebbasildin hevur manglað. Hvør orsøkin til tað er, veit eg ikki, men tað hevur ikki verið nakað plantuplankton, so tað er helst høvuðsorsøkin í fyrsta umfari. Men føðimangul er orsøkin, sigur Jens-Kjeld Jensen.

Kemur ikki at landi
Nólsoyingar hava mett, at so mikið av fugli hevur verið undir landi, at teir hava tikið fleygingina upp aftur. Tað ivast fuglafrøðingurin í, er ein skilagóð avgerð.
- Nei, tað haldi eg ikki. Hinvegin vil ein friðing av lundanum ikki bjarga lundastovninum á nakran hátt, als ikki. Tað er bara tað, at koma nú nøkur góð ár, og lundarnir eru fleygaðir og liggja í frystiboksini, so vita vit, at so verpa teir ikki fleiri egg, sigur Jens-Kjeld Jensen.
Nakað av fulgi doyr um vetrarnar, tí teir hava ikki fingið nóg mikið av føði um summarið. Hetta er talan um gamlan fugl, og tá eingin ungfuglur er til, tann, sum vanliga verður fleygaður, so verður tað bert gamal fuglur, sum verður fleygaður, sigur Jens-Kjeld Jensen.
Nólsoyingar hava sum nevnt mett, at meiri fuglur er inni við land í ár enn undanfarin ár, men tað merkir ikki, at fuglastovnurin er við at kma fyri seg.
- Lundin hevur verið til alla tíðina, men hann kemur bara ikki inn til holurnar, tí eingin føði er at finna inni við land. Nakrar dagar kemur lundin kortini inn at landi, og tað ger hann eisini her í Nólsoy. Tað er vanligt at lundin ger tað, tá hann kemur til landið, og so aftur nú hesa árstíðina kemur hann inn at landi at rudda holurnar og leggja nýtt gras í reiðrið, sigur Jens-Kjeld Jensen.
Hann sigur, at hetta jú eru gamlir lundar, eini 10 ár ella so.
- Tað eru teir lundarnir, ið verða fleygaðir, og teir skuldu jú helst vorpið í nøkur ár aftrat, sigur Jens-Kjld Jensen.

Rakar fleiri stovnar
Tað tykist tí eingi onnur ráð at vera til at taka, enn at geva tol og bíða, til føðin aftur verður at finna inni við land.
- Ja, og so má aftur bíðast í tvey til trý ár meira, til tað, ið tá kemur undan, aftur sjálvt fer at verpa. Fyrsta árið kemur lundin ikki aftur, so tað er ikki fyrr enn frá øðrum ári, at hann finnur sær holu, sigur Jens-Kjeld Jensen.
Tað merkir so, at tað fer at ganga ein tíð, áðrenn vit aftur koma til ta tíðina, vit kendu undan stóru niðurgangstíðunum.
- Heilt vist. Vanliga verður sagt, at tað doyggja tvey prosent av stovninum hvørt ár, og eg eri púra vísur í, at tað doygja fleiri enn so av føroyska lundastovninum. Millum síðsta ár, tá vit funnu fleiri deyðar, gamlar lundar, so um talið skal vera fimm prosent ella nakað annað, vita vit als ikki, sigur Jens-Kjeld Jensen.
So lundastovnurin hevur tað ikki gott.
- Men tað er tað sama við ternum og ritum, og lomvigin, í hvussu er á Sandoynni, hevur tað heldur ikki so gott. Ternan til dømis hevur heldur ikki vorpið í ár, so tað er sama skilið allastaðni, sigur Jens-Kjeld Jensen.