Friðhalgaða økið

Trúðarfrælsi sprettur úr kristindóminum. Ikki tí at sannleiki og lygn er líka mikið í tí kristnu trúnni.

Kristindómurin er við festing í bíbliuni knívskorin, tá ið talan er um trúrøkni. Jesus sigur tað sjálvur: ”Eg eri vegurin til sannleikan og lívið, eingin kemur til faðirin uttan við mær.” Hóast hetta, kemur trúarfrælsi upp av sonnum bíbilskum kristindómi. Hetta skyldast fram um alt regluni: ”Tað tú vilt, at onnur skulu gera móti tær, skalt tú gera móti teimum.” Hetta etiska princippið, bundið saman við virðing fyri samvitsku og integriteti hjá tí einstaka menniskja, er neyðturviliga vegurin til trúarfrælsi. Verða hesi virði fótatraðk – eisini og ikki minst frá tí politiska pallinum – er satt frælsið í álvarsligum vanda.
Virðingin fyri samvitsku og integriteti hjá tí einstaka menniskja skal skiljast soleiðis: Øll hava vit menniskju friðhalgað øki í okkara ”sál.” Tað eru sannføringar og virði, sum vit ikki kunnu virka ímóti uttan at særa og vanhalga nakað grundleggjandi og vitalt í okkara persónligheit.
Øll virðing fyri øðrum menniskjum inniber virðing fyri tí fríhalgaða. Grundtvig segði tey kendu orðini: ”Frælsi fyri alt, sum hevur rót í ond.”
Virðingin fyri tí friðhalgaða hjá øðrum menniskjum er so grundleggjandi, at hóast vit kanska kunnu royna at sannføra onnur um mangt og hvat, so eigur ongin at trýsta ella tvinga nakran til at virka ímóti sannføring hjá viðkomandi menniskja.
Hesi orð, tikin úr einari grein hjá einum donskum háskúlastjóra, - og so frálíka greinin, ummælið, ”Millum vælsignilsi og forbannilsi,” sum Heini í Skorðini skrivaði um sjónleikin ”Aftan á undrið” hjá Jóanesi Nielsen, skulu skiljast sum treytaleys tøkk og rós til øll, sum so meistarliga hava skapt drama, sum vit føroyingar ikki eiga makan til.
Rithøvundurin, instruktørurin, sjónleikararnir, komponisturin og øll hini kunnu als ikki góðskumetast við hálvum ella heilum stjørnum, sum ummælarar í útvarpinum vildu vera við.
Sjónleikurin, sum í støðum við friðhalgabroti í crescendo gav undirritaða andatrongd, er – allur sum hann er – ein stór stjørna, sum ikki kann sundurliðast í hálvum ella heilum ministjørnum.