Frí fosturtøkur til og við 12. viku

Uppskot um nýggja fosturtøkulóg fer nú til hoyringar.

 

Bjarni Kárason Petersen fer at leggja fyri tingið uppskot um nýggja lóg um fosturtøku. Størsta broytingin verður, at tað verður frí fosturtøka til og við 12. viku.

– Ætlanin við uppskotinum er flyta fokus frá forboð til fyribyrging, sigur landsstýrismaðurin.

Í løtuni er tíðindafundur í Tinganesi um uppskotið.

 

– Sjálvt um málið kemur úr Løgmálaráðnum, so er ikki talan um eitt samgonguuppskot, sigur Bjarni Kárason Petersen.

 

Tað merkir, at tað stendur tingfólk frítt at atkvøða í málinum.

Meira seinni.