Friðarvirðislønin

Oddagrein:

Tað var svenski ríkmaðurin, uppfinnarin av dynamittinum, Alfred Nobel, ið stovnaði Nobelfriðarvirðislønina. Umframt hesa virðisløn, sum norska stórtingið letur, stovnaði Nobel virðislønir i bókmentum, læknafrøði, evnafrøði, alisfrøði v.m. , ið svenska akademiið letur. Sambært testamenti Nobels skal virðislønin latast persóni, ið hevur framt virkið og miðvíst avrik ímóti kríggi og militarismu. Seinastu áratíggjuni hevur Nobelnevnd norska stórtingsins havt eina sera breiða tulking av hesum hugtaki. Henda heimsins mest tignarliga virðisløn er latin umhvørvisfólki, mannarættindafelagsskapum og einstaklingum eins væl og felagskapum, ið stríðast móti fátækdømi og neyð. Virðislønin var sostatt alt meira vorðin ein humaniter virðisløn, og hesa broyting hava nógv fegnast um.

 

Nú hevur Nobelnevndin so latið friðarvirðislønina fyri 2008 til fyrrverandi finska forsetan Marti Ahtisari. Við hesi avgerð halda eygleiðarar, at Nobelnendin so at siga leitar aftur á upprunaligu ætlanina hjá Nobel við virðislønini, nevniliga, at hon skal vera ein viðurkenning fyri eitt vælútint og úrslitaríkt arbeiði móti kríggi. Tað munnu helst vera ymsar meiningar um hesa broyttu kós, tí breið semja er um, at hungur, fátækdømi og stríð um tilfeingi eru vanligar krígsorsøkir. Mong høvdu í ár vónað, at friðarvirðislønin skuldi fara til eitt nú kinesiskar mannarættindastríðsmenn, ella til fólk ella felagsskapir, ið berjast fyri fólkaræði í Asia ella í Afrika, men tað gjørdist so Ahtisari, ið fekk heiðurin

 

Uttan mun til hvørja áskoðan, ið ein hevur í hesum spurningi, munnu flestøll við áhuga fyri friði og mannarættindum fegnast um, at friðarvirðislønini verður latin Marti Ahtisari. Ahtisari hevur bæði sum forseti Finlands í síni tíð og eftirfylgjandi sum altjóða friðarseminsmaður framt stór diplomatisk brøgd fyri heimsfriðin. Ahtisari er tikin úr leikum sum friðarsemingsmaður og hevur stóra virðing um allan heim. Hann hevur verið virkin í Miðeystri, Indonesia og ikki minst á Balkan, har tað ikki minst er Ahtisari fyri at takka, at útlitini fyri varandi friði eru betri enn nakrantíð áður.

 

Tað er hugvekjandi, at tað júst er ein finlendingur, ið fær friðarvirðislønina. Tað kundi fyri alt tað eins væl verið ein senskari, ið fekk heiðurin. Hesi bæði lond hava í áratíggjur notið stóra altjóða virðing. Hetta kemur eitt nú av, at londini leingi vóru heilt uttanveltað og sum heild átóku sær eina stóra ábyrgd fyri altjóða friði og friðarvarveitandi tiltøkum. Hesi bæði Norðurlond eru ikki so uttanveltað longur, men tey hava alt upp eitt lið av altjóða friðarvarðveitandi diplomatum, ágrýtnar og dugnaligar eldsálir, sum eru við til at tryggja Norðurlondum eina sterka støðu í heiminum. Ahtisari er ein av hesum eldsálum, sum væl og virðiliga hevur uppiborið heiðurin.