Bert fáar tímar eftir at ísraelska stjórnin hevði sagt seg vera sinnaða at tosa við saudiarabiska krúnprinsin ella embætismenn hansara um tað nýggja friðaruppskotið, eru útlitini fyri einari loysn á kreppuni skotin langt burtur, eftir at ísraelski herurin hevur hersett tvær palestinskar flóttafólkalegur.
Palestinski trygdarovastin, Jibril al-Rajoub, segði í gjár, at tað seinasta ísraelska átakið hevur eittans endamál, og tað er beina fyri øllum royndum at fáa frið í lag.
Fyri nøkrum vikum síðani hersetti ísraelski herurin palestinska býin Tulkarem, men hermenninir fóru ikki inn í flóttafólkaleguna í býnum. Mannarættindafelagsskapir hava eisini mælt Ísrael frá at søkja at teimum palestinsku flóttafólkalegunum, tí í tílíkum álopum er stórur vandi fyri, at ósek sivilfólk lata lív. Soleiðis varð eisini, nú Ísrael hersetti flóttafólkalegurnar við Jenin og Nablus. Tíggju palestinar og ein ísraelskur hermaður lógu eftirá. Við teimum hava 1006 palestinar og 288 ísraelsmenn latið lív, síðani ófriðurin byrjaði tann 28. september í 2000.
Ísraelska herleiðslan sigur, at víðgongdir palestinar nýta flóttafólkalegurnar sum skjól, og at tað tí var neyðugt at herseta tær báðar legurnar. Politiska andstøðan í Ísrael er ikki samd við herleiðsluni. Andstøðuleiðarin, Yossi Sarid, segði í gjár, at hersetingin var tann reini ørskapur.
Ísraelski mannarættindafelagsskapurin BTselem, sum verður roknaður at vera rættiliga óheftur í stríðnum millum ísraelsmenn og palestinar, sigur, at sum er er torført at fáa eygað á nakra vón um frið, heldur tvørturímóti.










