Í dag byrja friðarsamráðingar í Oslo millum umboð fyri stjórnina í Kolombia og uppreistrarrørsluna FARC. Hetta eru tær fyrstu samráðingarnar í mong ár, og málið er at fáa enda á stríðnum, sum hevur kravt umleið 600.000 mannalív tey seinastu 50 árini.
Partarnir hava avtalað at hittast í Oslo fyrst, og at samráðingarnar síðani skulu halda fram í Havanna í Kuba í næstu viku.
FARC varð stovnað í 1964. Tey seinastu árini hevur rørslan verið fyri fleiri bakkøstum, men hevur kortini meiri enn 9.000 vápnaðar menn í dag. Hinumegin stendur kolombiski stjórnarherurin, sum hevur umleið 430.000 hermenn.