Teilendski forsætisráðharrin, Abhisit Vejjajiva, segði í einari sjónvarpsrøðu, at nú er aftur friðarligt í høvuðsstaðnum Bangkok og aðrastaðni í landinum. Forsætisráðharrin legði tó afturat, at enn restar nógv í at fáa viðurskiftini aftur í rættlag, og at tað verður neyðugt at skapa semju í fólkinum.
Abhisit Vejjajiva segði, at hann fer at skipa fyri einari óheftari kanning, sum skal greina tað, sum hendi undir ófriðinum.