Friðarligt í Tallinn í nátt

Brynjað løgreglulið forðaðu fyri, at samanbrestirnir millum russar og estlendingar hildu fram í nátt. Estlendska løgreglan hevði brynjað seg væl í nátt, tí roknað varð við, at tann russiski minnilutin fór at skipa fyri mótmælistiltøkum í Tallinn.

Men tað var friðarligt í nátt, sigur løgreglan, sum hevur havt úr at gera síðani hósadgin, tí tann russiski minnilutin mótmælir, at ein standmynd frá gomlu sovjettíðini er flutt úr miðbýnum í Tallinn.

Í Russlandi eru fólk eisini misnøgd við avgerðina hjá estlendsku myndugleikunum at flyta standmyndina, og ein russisk tingmannanevnd hevur boðað frá, at hon ætlar sær til Tallinn at tosa um málið.