Nýggja árið er nú byrjað, og føroyingar hava tikið friðarliga ímóti ár 2003. Frá politistøðunum kring landið verður sagt, at friðarligt hevur verið.
Í Havn vóru nógv fólk í býnum, onkur vil enntá vera við, at tað var sum á ólavsøku. Politiið sigur tó, at tað hevur verið ógvuliga friðarligt eftir umstøðunum. Nógv er at vera úti til, men fólk hava sum heild skikka sær væl. Eini fimm hava sovið ársins fyrstu nátt í brummuni.
Politiið hevur annars ikki havt stórvegis trupulleikar av rakettum og øðrum, sum viðhvørt undanfarin ár.
Henda myndin varð annars tikin nýggjársaftan á midnátt á Hamrinum á Argjum.
Mynd: Finnur Justinussen