Tað hevur verið friðarlgt í grikska høvuðsstaðnum í nátt, men myndugleikarnir vænta ófrið aftur í dag Eftir harðar samanbrestir millum ungdómar og løgregluna í tríggjar dagar var tað rættiliga friðarligt í Athen í nátt.
Myndugleikarnir halda kortini ikki, at ófriðurin er av. Í dag fer tann 15 ára gamli drongurin, sum doyði av skotum frá einum løgreglumanni, til gravar, og myndugleikarnir bera ótta fyri, at ófriðurin kann kykna aftur tá.
Í gjár vóru harðir samanbrestir í Athen og øðrum grikskum býum, og umleið 50 fólk vórðu tikin. Umleið 100 fingu skaða í samanbrestunum.