Tað er framvegis ikki greitt, hvørji ørindini eru í Føroyum hjá umhvørvisskipinum Golfo Azzurro.
Leygarkvøldið var skipið á Fuglafirði, og týsdagin sigldi tað inn í Eiðisflógva, har nøkur fólk fóru í land í Tjørnuvík við gummibáti.
Seinni fór skipið vestur eftir og legði seg út fyri Vestmanna. Aftur fóru fólk í land við gummibáti, og tað skilst, at nøkur teirra leitaðu sær eftir innivisti í Vestmanna.
Sambært heimasíðuni hjá skipinum, hevur skipið atferðartruplar unglingarumborð, men tann aldursbólkurin er ikki umborð á hesum túrinum.
Men sambært politinum er hetta ett umhvørvisskip hjá felagsskapinum Birgitte Bardot Foundation og er skrásett í Port Vila.
Manningin sigur, at tey eru ferðafólk og eru bara komin fyri at síggja landið.
Skipið boðaði ikki myndugleikunum frá, at tað kom, og tólini vóru sløkt.
Týskvøldið vóru politi og tollarar umborð og høvdu einki at viðmerkja.
Fyrrapartin í dag lá skipið framvegis út fyri Vestmanna.
randi@sosialurin.fo










