Friðarlig nátt

Tað tykist sum um at gassið er farið úr ballónunum eftir eina drúgva jólahalgu og eitt ársskifti við nógvum veitslum. Í øllum førum hevur løgreglan havt tað sera friðarligt, tað, sum higartil er farið av vikuskiftunum.

Tað einasta, ið hevur verið, er at stutt fyri midnátt í gjárkvøldið tók løgreglan í Havn ein mann upp, sum var so dýrandi fullur, at hann hevði ongan møguleika at klára seg sjálvan og enn minni at vinna upp hús. Hann var so lagdur í klivan at sova, men hann vaknaði úthvíldur aftur klokkan sjey í morgun og varð so sleptur út aftur.