Ólavssøkan 2002
Ragnhild Ellingsgaard
Á skaðastovuni hava tey ikki bitið so nógv merki í, at Ólavssøkan hevur verið seinasta vikuskiftið. Enn hava tey ikki gjørt upp, hvussu nógv fólk eru komin inn á gátt hjá teimum farna vikuskiftið, men heilt illa statt hevur tað so ikki verið.
- Ólavssøkan hevur ikki givið okkum meir at gjørt, enn hvat eitt okkurt annað tilvildarligt vikuskiftið vildi gjørt, siga tey frá skaðastovuni á Landssjúkrahúsinum.
Talan hevur ikki verið um nakrar álvarsligar skaðar, men heldur um drukkin fólk, ið eru dottin ella hava skorið seg av einhvørjum.
Ein av orsøkunum til, at stevnan hevur verið so friðarliga, er uttan iva hjálpin frá sámarittunum hjá Reyða Krossi. Sámarittarnir hava gingið úti á gøtunum alla stevnuna, og eru tey skjót at veita eina hjálpandi hond, um okkurt skuldi verið áfatt.
- Tey eiga at fáa eitt stórt herðaklapp fyri eitt vísa eitt so flott intiativ, heldur yvirlæknin á Landssjúkrahúsinum og leggur afturat, at uttan sámarittarnir høvdu uttan iva fleiri fólk endaði á skaðastovuni.










