Sannlíkt er, at líka mikið hvør verður kunngjørdur sum móttakari av friðarheiðursløn Nobels í ár, fer tað at irritera amerikanska forstan, Donald Trump.
Fremsti favoritturin at fáa heiðurslønina er nevniliga atomavtalan við Iran, sum amerikanski forsetin fleiri ferðir hevur funnist hvassliga at. Mett verður, at í eini tíð, har orðið atom-kríggj aftur er vorðið at hoyra í fjølmiðlunum er sannlíkt, at persónar ella felagsskapir, sum stríðast móti atomvápnum, fara at fáa friðarheiðurslønina.
Í so máta eru iranski uttanríkisráðharrin Mohammad Javan Zarif og uttanríkisráðharrin hjá ES, Federica Mogherini, góð boð. Henrik Urdal, sum er stjóri í Friðargranskingarstovninum í Oslo (PRIO), heldur, at tey kunnu fáa friðarheiðurslønina fyri at hava lagt til rættis samráðingarnar og avtaluna millum Iran, ES, USA, Kina og Russland.
- Í eini tíð, har hóttanin um at nýta kjarnorkuvápn er vorðin veruligur aftur, er tað týdningarmikið at sláa manngarð um tiltøk, sum kunnu minka um og steðga útbreiðsluni og menningini av kjarnorkuvápnum. Ein heiðursløn til stigtakararnar av Iran-avtaluni er eisini eitt tekin um, at avtalan hevur stóran týdning, hóast USA skuldi trekt seg úr avtaluni aftur, sigur hann við norsku tíðindastovuna, NTB.
Eitt annað navn á listanum yvir sannlíkar vinnarar er UNHCR, Høvuðsumboðið hjá ST í flóttafólkamálum (United Nations High Commissioner on Refugees). 65 milliónir flóttafólk eru í heiminum. Flóttafólkakreppan hevur myndað politisku støðuna í Evropa og aðrastaðni mong tey seinastu árini, og fleiri og fleiri lond velja at steingja síni landamørk.
- Flóttafólkunum tørvar eina rødd og eingin er betri førur fyri at vera teirra rødd enn Filippo Grandi og UNHCR. Hóast UNHCR longu hevur fingið friðarheiðurslønina tvær ferðir, er tað aftur í ár eitt gott boð, sigur Henrik Urdal.
Í gjár vóru 40 mans dømdir til lívlanga fongsulsrevsing fyri sín leiklut í miseydnaðu kvettroyndini móti Recep Tayyip Erdogan. Í morgin kann ein annar mótstøðumaður turkiska forsetans fáa friðarheiðursløn Nobels.
Blaðið Cumhuriyet og blaðstjórin Can Dündar eru bæði dømd fyri at leka statsloyndarmál og hjálpa yvirgangsmonnum í Turkalandi. Í heyst eru 17 blaðfólk á blaðnum ákærd fyri at stuðla yvirgangi. Hetta verður mett sum eitt álop á pressufrælsi í Turkalandi.
- At geva Cumhuriyet og Can Dündar friðarheiðursløn Nobels hevði verið ein kærkomin stuðul til pressufrælsi og sivila samfelagið í einum landi, har slíkt frælsi gerst alsamt sjáldsamari, sigur Henrik Urdal.
Onnur á listanum eru ECOWAS, felagsskapurin fyri fíggjarligum samstarvi í vesturafrika, hvítu hjálmarnir, sum fáast við hjálpararbeiði í borgarakrígsrakta Sýria og Denis Kukwege, læknin, sum hjálpir neyðtiknum kvinnum í Kongo.
Móttakarin verður kunngjørdur í morgin.