Tey vóru ikki mong, sum gittu, at Heimsmatføruætlanin hjá ST, WEP, fór at fáa friðarheiðurslønina, men so var.
Nobel friðarheiðurslønin 2020 fer tl WEP, boðaði norska Nobelnevndin frá í dag.
WEP fær virðisønina fyri »royndir at forða fyri, at hungur verður brúkt sum vápn í kríggi og ósemjum«. Og annars fyri at stríðast ímóti hunguri í heiminum.
Leiðarin í WEP, amerikanarin Davide Beasley, segði, at hann var púra málleysur.
– Hetta er ein ótrúlig viðurkenning av stríðsviljan hjá WEP-familjuni og arbeiðinum hvønn dag fyri at steðga hungri í fleiri enn 80 londum, skrivaði hann á Twitter.
Anne Poulsen, stjóri fyri WEP í Norðurlondum tørvar orð.
– Eg eri ovfarin, segði honn.
##med2##
– Eg haldi ikki, at eg havi fatað tað enn. Hetta er ein stórur heiður hjá okkum.
Tann unga svenska veðurlagsstríðskvinnan Greta Thunberg og forsætisráðfrúan í New Zealandi, Jacina Ardern, vóru áður nevndar sum favorittar.
Ein annar ST-felagsskapurin, Heimsheilsustovnurin WHO, var eisini spáddur at hava ein møgueika í ár við covid-19.
Nobelnevndin nevndi eisini farsóttina, tá hon kom við sínum grundgevingum fyri avgerðina.
– Tørvurin á altjóða samhaldsfesti og fleirsíðaðum samstarvi er meira greitt enn nakrantíð, segði forkvinna í nobelnevndini, Berit Reiss-Andersen.
– Koronukreppan hevur viðvirkað til, at talið av hungursofrum í heiminum er vaksið munandi.
– Til tann dag, tá vit hava eitt koppingarevni, fara matvørur at vera besti heilivágur ímóti kaos.
WEP hjálpir á hvøjum ári 97 milliónum fólkum í umleið 88 londum. Níggjundi hvør persónur í heiminum fær framvegis ikki nóg mikið at eta hvønn dag.
Við Nobelvirðislønini fylgja 10 milliónir svenskar krónu, um 7 milliónir í okkara krónum. WEP fær virðislønina á einum hátíðarhaldi í Oslo 10. desember.
Uppgávan hjá WEP er at stríðast ímóti hungri og fátækradømi í heiminum.
Tað verður ikki einans gjørt við at býta út neyðhjálp. Í stóran mun verða atvøruveitingar frá ríkum londum brúktar sum kapitalur í menningarverkætlanum.
Pengar og matur koma frá veitingum og øðrum stuðuli frá londum, privatum felagsskapum, virkjum og privatpersónum.
/ritzau/