Friðararbeiðið millum palestinar og jødar á breddanum í Leirvík

Ìsrael, harímillum friðararbeiðið millum palestinar og jødar verður á breddanum í missiónshúsinum í Leirvík hetta vikuskiftið.

Høvuðstalari verður Bodil Skjøtt, sum er aðalskrivari í donsku Ísraelsmissiónini. Bodil Skjøtt hevur saman við familjuni búð 10 ár í Ísrael og hevur verið aðalskrivari í donsku Ísraelsmissiónini í fleiri ár og kennir tí sera væl til arbeiðið og umstøðurnar í Ísrael. Umframt at virka millum jødarnar hevur hon eisini verið virkin at stuðla friðararbeiði millum jødar og palestinar.

Bodil Skjøtt fer at tala um ymisk evni, ið hava við Ísrael at gera. Millum annað um Jesus og jødisku hátíðirnar, støðuna hjá messianskum (kristnum) jødum , friðararbeiði millum jødar og palestinar og um ísraelsmissión.

Ì kvøld klokkan 20 verður eitt ungdómskvøld burturav í Leirvík. Tá fer Ísraelstoymið, ið var í Ísrael í summar, at greiða frá, hvat tey gjørdu og upplivdu á ítróttarlegu millum drusar í Norðurísrael.